“Hetta er besta arbeiðið, eg nakrantíð havi havt”

....og at tey sjálvi gera nógv burturúr, trivnaðurin skal vera so góður sum møguligt

Mary Jane er 38 ár, býr í Sørvági, og starvast sum vaskifólk hjá Atlantic Airways Hon byrjaði hjá Atlantic í 2012, og trívist hon væl í starvinum.

Vaskifólk á flogvøllinum hava m.a. til uppgávu at vaska flogførini Og tá eingi flogfør standa á forplássinum, vaska tey skrivstovurnar í terminalinum og í hangarinum.

“Hetta er besta arbeiðið, eg nakrantíð havi havt”, sigur hon, og grundgevur millum annað við, at sambandið millum starvsfólkini er sera gott, og at tey sjálvi gera nógv burturúr, trivnaðurin skal vera so góður sum møguligt

Takk fyri, Mary Jane, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum, og alt tað besta ynskja vit tær

Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á facebook-vanga sínum, sum eisini eigur myndina.

Geinarøðina kalla tey #verkafólkavangan.