Hon arbeiðir á Bakkafrost
53 ára gamla Emily á Reynatrøð úr Leirvík
Emily er ein av teimum, sum hevur nógvar hattar Hon arbeiðir í “vakuum”, altso, har laksurin verður vakuumpakkaður.
Hon er eitt slag av millumliði millum formenninar og arbeiðsfólkið. Tað vil siga, hon hevur til uppgávu at tryggja, at arbeiðið gongur skjótt og gott Og so er hon eisini millumlið millum maskinmenninar og arbeiðsfólkið. Maskinfólkini hava lært Emily nógv av tí mest vanliga viðlíkahaldinum, so tað tekur hon sær av. Tað kann vera at skifta knívar í maskinunum o.l.
Aftrat hesum, umsitur hon eisini nethandilin hjá Bakkafrost. Ger pakkar klárar, sendir við Posta osfr.
Á virkinum hava statvsfólkini tað annars gott, sambært Emily. Hon trívist sera væl, serliga, tí tað er rokaligt og altíð ferð á. Ein onnur orsøk er góðu pausuumstøðurnar. Tey hava rullandi pausur. Tvs. virkið koyrir allatíð, men fólk eru eisini í pausu
Samanhaldið millum starvsfelagarnar er eisini sera gott; hóast Emily til tíðir kundi hugsað sær, at til bar at samskifta við øll á føroyskum. Tað standast samskiftistrupulleikar av, at øll ikki tosa sama mál, serliga, tá á stendur og nógvur larmur er
Nevnast kann eisini, at Emily er álitisfólk og nevndarlimur í Arbeiðarafelagnum LAGA
Takk fyri, Emily, at tú vildi mynda Verkavangan
Vit ynskja tær eitt einastandandi summar og allarbestu eydnu framyvir
Somuleiðis fara vit við hesum at ynskja øllum limum okkara gott summar.
Soeliðis skrivar Føroya Arbeiðarafelag á sínum vanga.

