Høvdavirkið gongur nýggjar leiðir
Nógvar føroyskar fyritøkur spenna seg út og ganga nýggjar leiðir, ein teirra er Høvdavirkið í Leirvík, har okur vitjaðu mánadagin.
Serliga spennandi er, at Høvdavirkið gongur nýggjar leiðir og leggur afturat "kendu" framleiðsluni av turkaðum høvdum, ryggum og uggum - og nú eisini er ávegis við td protein-pillarum, mjøl og lýsi, og ikki minst flakaskornum svartkjafti, sum kokkurin eisini borðreiddi fyri okkum, saman við øðrum fiskarættum og -suppum.
Ongin ivi er í, at Høvdavirkið gongur eina spennandi leið - og er hetta eisini ein týðandi liður í at fáa meiri burturúr tilfeinginum.
Tað skrivar Dennis Holm á facebook-vanga sínum