Høpisleysar atfinningar

Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey yvir uppáhaldini hjá KAF-formanninum í miðlunum. Leiðslurætturin verður ikki skerdur av, at vit skipa virðurskiftini á sáttmálaøkinum, sigur formaðurin, sum stendur við tað, hann hevur sagt um, at sáttmálabrot verða framd í verandi støðu

- Tað er mær ein gáta, at formaðurin í KAF, sum mær vitandi bara hevur verið til staðar á einum fundi í arbeiðsbólkinum, sum skuldi royna at greiða spurningin um arbeiðstíðarreglur, nú er farin at skjóta við skørpum í miðlunum og ákærir Maskinmeistarafelagið fyri ikki at vilja finna semju um nýggjan sáttmála. Tað var longu tíðliga í samráðingsrgongdini, at vit sleptu meginpartinum av upprunakrøvunum fyri ikki at grugga samráðingarnar við einum langum kravlista, og hugsavnaðu okkum um arbeiðstíðarreglur. Og síðan hava vit eisini slakað í tí kravinum. Men samráðingarfólkini hjá KAF hava at síggja til havt eina bundna uppgávu, og tað er at seta seg við samráðingarborðið at siga nei.

Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, KAF, gevur ilt av sær í miðlunum eftir miseydnaðu semingsroyndina og tær niðurstøður, sum formaðurin í Maskinmeistarafelagnum hevur gjørt sær í tí sambandi.

Ósannindi

Sambært Arnfinni Bech vendir KAF-formaðurin øllum á høvdið, tá hann í lesarabrævi ákærir Maskinmeistarafelagið fyri vantandi vilja til semju.

- Altso, tað er beinleiðis ósatt, tá hann skrivar, at KAF undir semingsroyndini hevur gingið fleiri av okkara ynskjum á møti, og at vit áhaldandi eru komin við nýggjum krøvum. Vit hava runt roknað bara havt eitt krav, og tað er at fáa arbeiðstíðsreglur ásettar í sáttmálanum, og vit eru ikki komin við nýggjum krøvum. Tvørturímóti, so hava vit undir semingsroyndini í stóran mun smalkað hetta kravið í mun til tað, sum vit løgdu út við.

- Men KAF vil ikki vita av arbeiðstíðsreglum, og tað viðgongur KAF-formaðurin eisini í samrøðu í útvarpstíðindunum mikukvøldið 4. september, har hann, sum púra rætt er, sigur, at tey ikki hava viljað havt arbeiðstíðarreglur við í sáttmálan, og at júst tann spurningurin hevur fylt nógv í samráðingunum. At hann so kortini pástendur, at KAF viðurkennir partar av okkara ynskjum og hevur gingið fleiri teirra á møti, vísir bara, at hann ikki veit, hvat er gingið fyri seg undir samráðingunum og semingsroyndini, tí KAF hevur á ongan hátt gingið okkara ynskjum á møti.

- Áðrenn farið var undir seinastu semingsroyndirnar, høvdu vit ein fund í hasum arbeiðsbólkinun, sum skuldi finna út av arbeiðstíðarreglunum, har samráðingarleiðarin hjá teimum ikki var við. Tá hildu vit veruliga, at vit høvdu eina semju. Men tá samráðingarleiðarin hjá KAF so kom aftur, bleiv alt vent á høvdið og spolað aftur, og tað var støðan, tá semingsmaðurin týsdagin kastaði handklæðið í ringin, sigur Arnfinn Bech.

Leiðslurætturin fær frið

Bæði í lesarabrævinum og í útvarpssamrøðuni brúkar Per Martin Gregersen leiðslurættin sum grundgeving fyri, at KAF ikki vil hava reglur um arbeiðstíð í sáttmálan. Hann rør beinleiðis fram undir, at Maskinmeistarafelagið ynskir hesar reglurnar, tí felagið vil hava størri vald á arbeiðsplássinum.

Eisini hetta er høpisleyst, heldur Arnfinn Bech.

- Um arbeiðstíðarreglur gera seg inn á leiðslurættin, so stendur sanniliga illa til í londunum rundan um okkum, tí har verða arbeiðstíðarreglur roknaðar fyri at vera ein alneyðugur partur av sjálvum sáttmálagrundarlagnum og eru tað eisini. Sjálvandi verður leiðslurætturin ikki skerdur av, at vit skipa viðurskiftini á sáttmálaøkinum – hinvegin letur fráveran av arbeiðstíðarreglum upp fyri, at arbeiðsgevarin kann manirera og hoyggja við arbeiðstíðini og frítíðini hjá starvsfólkunum, akkurát sum honum lystir, og tað er júst tað, sum hendir, sigur hann.