760 persónligar atkvøður eru útvið 500 færri enn hann fekk fyri fýra árum síðani
Høgni Hoydal vánaligt val
Síðani Høgni Hoydal stillaði upp til løgtingið fyrstu ferð í 1998, so hevur hann ligið oman fyri 1.000 persónligar atkvøður - inntil løgtingsvalið í ár.
760 persónligar atkvøður eru útvið 500 færri enn hann fekk fyri fýra árum síðani, og bert ein fleiri enn partakvinnan Bjørt Samuelsen, ið fekk 759.
Vánaliga úrslitið hjá formanninum í Tjóðveldi er bara enn meira brenni á bálið hjá teimum sum halda, at eitt formansskifti er neyðugt í Tjóðveldi.
Tað skrivar kvf.fo (mynd Bjarni/kvf)