Høgni Hoydal er atfinningarsamur móti manningarfeløgunum
Avgerðin hjá Landsrættinum er ein fullkomin uppgerð við dómin í Føroya rætti.
So greiður er Høgni Hoydal, fyrrverandi fiskimálaráðharri, um avgerðina hjá Landsrættinum í farnu viku at geva Fiskimálaráðnum viðhald trætuni við Reiðarafelagið í málinum um lógina um royndaruppboðssølu av kvotum.
Tað skrivar dimma.fo
Eystari landsrættur feldi 13. september dóm í málinum, sum gjørdi dómin í Føroya rætti frá 14. januar til einkis.
Við dóminum kom Eystari landsrættur til ta niðurstøðu, at tað var einki galið við, at løgtingið lóggav, at manningarnar skuldu ikki rinda nakað fyri rættindi at fiska í Barentshavinum.
Høgni Hoydal er eisini atfinningarsamur móti manningarfeløgunum, tí hesi valdu sambært Høgna Hoydal ikki at taka av møguleikanum at staðfesta, at manningarnar skuldu ikki rinda fyri veiðirættindi.
Meira er at lesa í Dimmalætting, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið og sum kann lesast á netinum https://www.dimma.fo/bladid