Hjartaliga til lukku Sunnleiv
Sunleiv fekk fyrsta heiðurin
Tað var ein søgulig løta í nýggju hølunum hjá Arbeiðs- og Brunaeftielitinum í gjár, tá Føroyska heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini varð latið fyri fyrstu ferð — og tað varð latið einum manni, sum á ein serligan hátt hevur sýnt, hvat góð og álítandi tilbúgving er.
Í meira enn fjøruti ár hevur Sunnleiv Højgaard staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd.
At Sunnleiv fær handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er bæði eitt persónligt heiðursmerki og ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið.
Við hesum tekni vilja vit vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samhaldi.
Takk fyri alt, tú hevur lagt av tíð, orku og trúfesti í arbeiðið.
Og hjartaliga tillukku við hesum vælvunna og søguliga heiðri
Tað skrivar Bjarni K. Petersen á facebook-vanga sínum í dag. Har eru fleiri myndir.

