Higartil í ár er fiskur av Føroyabanka avreiddur fyri góðar 22 milliónir krónur
Føroysk skip hava higartil í ár fiskað 1012 tons á Føroyabanka.
Útvið helvtin, 450 tons, er toskur.
Tað vísir nýggjasta yvirlitið hjá Vørn yvir fiskiskapin á Føroyabanka í ár.
Toskurin av Føroyabanka er avreiddur fyri tilsamans 14 milliónir krónur, tað gevur ein miðalprís upp á 31 krónur kilo.
Umframt tosk hava føroysk skip fiskað 362 tons av hýsu, 130 tons av longu, 20 tons av havtasku, 14 tons av upsa, tvey tons av hvítingi og umleið 10 tons av øðrum fiskasløgum á Føroyabanka í ár.
Tað skrivar kvf.fo -LES ALT HER Hava fiskað góð 1.000 tons á Føroyabanka | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Mynd Bjarni Rubbeksen (kvf.fo)