Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling
Alifyritøkan Hiddenfjord hevur fingið altjóða góðkenning fyri burðardygga aling frá Best Aquaculture Practice (BAP).
Við góðkenningini av smoltstøðini á Fútakletti hevur Hiddenfjord nú fýra BAP stjørnur, sum er fremsta góðkenning hjá BAP.
”Ferðin hjá Hiddenfjord at góðkenna alla virðisketuna hevur verið hugtakandi. Tey bundu seg til fýra-stjørnaðu treytirnar frá byrjan og løgdu nógv fyri at fáa verkætlanina framda í verki. Eg veit, at øll í fyritøkuni eru errin av avrikinum,” sigur Iain Shone, stjóri fyri evropiska partin av Global Seafood Alliance, sum hevur ment BAP góðkenningina.
BAP góðkenningin umrøður fýra høvuðsevni í ábyrgdarfullari aling av fiski og sjógæti: umhvørvi, samfelagi, matvørutrygd og djóraheilsu og -vælferð. (allir formar bundnir ella eingin)
”Vit frætta frá okkara kundum, at BAP góðkenningin hevur stóran týdning og virkar sum trygd fyri, at alingin fer fram á rættan og burðardyggan hátt. Hetta hava vit sjálv verið sannførd um í langa tíð, men tað er virðismikið at hava eina góðkenning, sum staðfestir tað fyri okkara kundum. At fáa fjórðu stjørnina er ikki bert eitt avrik, men vísir eisini á okkara áhaldandi stremban eftir bestu góðsku og burðardygd. Góðkenningin kemur at styrkja okkara marknaðarstøðu, og tað fegnast vit um,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.
Hiddenfjord er fyrsta alifyritøka í Føroyum, sum hevur ovastu BAP góðkenning.