Hevur tú viðmerkingar til yvirtøkuna av P/f P.P. Faroe Pelagic
Fráboðan um yvirtøku – P/f Pelagos keypir parapeningin í P/f P.P. Faroe Pelagic
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan tann 9. oktober frá umboðum fyri P/f Pelagos, at felagið ætlar at yvirtaka allan partapeningin í P/f P.P. Faroe Pelagic.
PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði, sum mest var kent undir navninum Kollafjord Pelagic, eitt virki ið hevði trupulleikar. Við drúgvum royndum í at byggja og reka líknandi uppsjóvarvirkir í øðrum londum, eydnaðist PP Faroe Pelagic at gera nyttu av sínari marknaðar-leiðandi serfrøði. Fyritøkan prógvaði at tað er fult gjørligt í Føroyum, bæði tøkniliga og búskaparliga, at reka vinnuliga virking av uppsjóvarfiski til matnað á landi, og var harvið við til at slóða fyri at hini bæði líknandi virkini sum seinni vórðu bygd eisini komu.
Uppsjóvarvirkið Pelagos fór undir sítt virksemi í 2014. Eigararnir har eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni.
PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas, Niðurlond.
Møguligar viðmerkingar til yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 2. mai 2023.
Samskifti við Kappingareftirlitið er í trúnaði.
Viðmerkingar kunnu sendast til:
Kappingareftirlitið
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis t-post á: [email protected]
Mynd: Birgir Waag Høgnesen