Hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, so hevði tað fingið avleiðingar

Terji Sigurðsson er sera misnøgdur, at Sonju Jógvansdóttir úttalar seg um semingsroyndina

Eg veit ikki, hvønn leiklut Sonja Jógvansdóttir hevur. Hon er so ikki partur av samráðingunum. Men hevði tað verið ein av formonnunum í arbeiðarafeløgunum, sum úttalaði seg soleiðis, so hevði tað fingið avleiðingar, sigur Terji Sigurðsson.

Hann hevur sagt formonnunum, at hann er sera misnøgdur við, at Sonja Jógvansdóttir hevur úttalað seg um tað, sum tey hava avtalað ikki at úttala seg um.