20 tonsarin Bjørg

Reiðiliga hálv øld síðan fyrsta nýbygningin á Grótrætt

Reiðiliga hálv øld síðan fyrsta nýbygningin á Grótrætt

Í mai í 1971 fór fyrsti nýbygningurin av bakkastokki, sum var bygdur á skipasmiðjuni norðuri á Grótrætt sunnanvert Ánir. Hetta var 20 tonsarin Bjørg, sum varð latin partafelagnum Bjørg á Eiði.

Tað var Jógvan Olsen ella Jógvan hjá Axel, sum í januar 1970 fór undir at innrætta skipasmiðju í niðurlagda fiskamjølsvirkinum hjá Kjølbro norðuri á Grótrætt. Kjølurin til henda fyrsta bátin varð strektur í juli sama árið, og 10 mánaðir seinni var báturin klárur at lata eigarunum. Leivur Zachariasen í Fuglafirði teknaði bátin.

Eskild Hansen í Klaksvík, sum málaði henda og aðrar bátar, tók myndirnar.

Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook.