Hetta uppskot bjóðar allari fakfelagsrørsluni av á ógvuliga grundleggjandi økjum
Fakfeløg hótta Løgtingið: Hetta fer ikki stillisliga framvið
Verkafólk eru slept upp á fjall. Við at hækka pensjónsaldurin til 70 ár hevur samgongan enn einaferð staðfest, at tað eru ikki verkafólk, ið hon arbeiðir fyri – tvørturímóti.
Nógv av verkafólkum okkara fara út á arbeiðsmarknaðin sum tannáringar, og tað er óvirðiligt at krevja, at tey skulu vera uppaftur longri á arbeiðsmarknaðinum enn tey eru nú.
Vit mugu fáa eina pensjónsskipan, sum betri og virðiligari tekur hædd fyri løntakarum her á landi. Og tað er ikki gott nokk hjá politiska myndugleikanum at sleingja út, at fólk bara kunnu gerast fyritíðarpensjónistar ella fara á framskundaða pensjón, tí verandi skipanir eru ikki nóg góðar.
Okkara verkafólk gera hvønn dag sín part úti í samfelagnum. Verkafólk krevja ikki nøkur serrættindi, men politiski myndugleikin má taka spurningin um pensjónsaldur í størri álvara og síggja, at tað er mark fyri, hvussu nógv tú kanst krevja av fólki.
Lesið eisini: Tingfólk fáa milliónir í pensjón meðan onnur arbeiða
Hetta uppskot bjóðar allari fakfelagsrørsluni av á ógvuliga grundleggjandi økjum, og tað verður ikki á okkara vakt, at hetta fer stillisliga framvið.
Okkara greiða áheitan á myndugleikar landsins er: “Takið uppskotið aftur, og far út um landið og kunnið tykkum um støðuna, sum hon veruliga er, hjá nógvum løntakarum áðrenn tit í óðum verkum handla. Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Samtak