Hetta stóð um fiskivinnuna
Hetta stendur í løglistanum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
Við uppskotinum er ætlanin at dagføra og nágreina ásetingar, m.a. heimildir at skipa fiskiskap og at seta inn heimildir at fremja føroyskar skyldur sambært fiskiveiðiavtalum við onnur lond.
Harumframt er ætlanin at gera tekniskar tillagingar av ávísum ásetingum í verandi lóg. Uppskotið verður eftir ætlan lagt fyri tingið í heyst.
Sambært sjófeingislógini leggur landsstýrismaðurin áðrenn 20. februar á hvørjum ári fyri Løgtingið frágreiðing um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja. Uppskotið verður latið Løgtinginum í februar 2026.
Uppskot til samtyktar um nýggjan karmsáttmála millum Føroyar og Grønland
Føroyar og Grønland hava seinastu árini samráðst um at dagføra karmsáttmálan millum londini, sum er frá 1997. Eftir ætlanin verður sáttmálin undirritaður og lagdur fyri Løgtingið á heysti 2025
Uppskot til broyting í Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
Ásetingarnar í verandi lóggávu kunnu hava avleiðingar, sum eyðsæð ikki eru tilætlaðar; t.d. at veiðigjaldið lækkar, hóast prísurin er høgur og kostnaður lágur vegna effektivari fiskiskap. Neyð-ugt verður at gera aðra skipan uttan hesi lýti, sum tekur fyrilit fyri avleiðingum fyri vinnuna, um kvotan minkar serliga nógv. Uppskotið verður lagt fyri tingið í heyst.