Hetta stóð í ólavsøkufrágreiðingini hjá løgmanni 2025

um fiskivinnuna og alivinnuna

Og í fiskivinnuni hevur burðardygd somuleiðis avgerandi týdning. Tí gjørdu vit avtalu við Bretland um makrelin – og við Bretland og Noreg um sildina.

Hóast nøgdirnar eru minkaðar, fáa vit væl meiri fyri hvørt kilo. Fyrst og fremst tí vit nú kunnu fiska, tá ið góðskan er best.

Fyri eisini at tryggja burðardyggan fiskiskap undir Føroyum eru fiskidagarnir hjá heimaflotanum skerdir. Fiskiskapurin í vár hevur kortini verið betri enn undanfarin ár – og prísirnir eru høgir.

Hóast tað gongur striltið, arbeiða vit støðugt við at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd – og tvey framlop eru. Í vár gjørdu vit avtalu við Kina, so at fiskur, fiskalýsi og mjøl nú kunnu útflytast til henda stóra marknaðin.

Og í juni bragdaði loksins – eftir nógv ár – at fáa marknaðaratgongd til Brasil. Brasil er stór- innflytari av saltfiski og kann gerast ein týðandi marknaður fyri føroyskar fyritøkur.

Allir partar eru somuleiðis samdir um, at alivinnan skal vera burðardygg. Vit arbeiða støðugt við at dagføra reglurnar við nýggjastu vitanini, tí tað fylgir stór ábyrgd við stórari vinnu.

Fyri at skapa kappingarføri mugu lógarverk og karmar kring alivinnuna vera væl skipað og gjøgnumskygd. Hóast laksaprísirnir í løtuni eru lágir, er alivinnan væl fyri

HER ER ØLL ólavsøkufrágreiðing fra-greiding-loegmans-a-o-lavsoeku-2025.pdf