Hetta er óseriøst
Í sambandi við innslag í Degi og Viku mánakvøldið hin 3.nov. 2025 viðvíkjandi bólki 5b, hevur Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hesar viðmerkingar:
Í omanfyri nevnda innslag segði formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna (MÚ) millum annað:
At tað er hol í høvdið at útluta fleiri fiskidagar
Hetta er óseriøst
Og at Vørn, sum nóg illa hevur ráð til olju, neyvan megnar at umsita fiskidagar við avmarkingum
Sagt varð eisini, at Meginfelag Útróðrarmanna heldur tað vera ein rætt at sleppa til útróðrar og at fáa sær eitt kók. Víðari kom formaðurin inn á, at hyggjast má eftir skipanini, soleiðis at betri verður greinað, hvat er vinnuligur fiskiskapur, og hvat ikki er vinnuligt.
Fyrst skulu vit gera vart við, at Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, sum umboðar umleið 30 bátar í Bólki 5A og 5B, ikki er partur av Meginfelag Útróðrarmanna.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag heldur tað ikki vera "…hol í høvdið at útluta fleiri fiskidagar", líka lítið sum felagið heldur hugskotið vera óseriøst.
Felagið vil eisini gera vart við, at vit meta Vørn hava víst í verki í mong ár, at talan er um ein vælvirkandi stovn.
At siga bólk 5B bert vera fyri frítíðarfiskarar, er bara hálvur sannleiki. Útróðrafólk byrja í bólki 5B og verða síðan - alt eftir avreiðingarvirði í einum kalendaraári - flutt upp í bólk 5A. Men vinnulig útróðrarfólk, sum ikki enn hava fiskað seg upp til eitt bólk-5A loyvi, kunnu ikki virka, tá dagarnir í bólki 5B eru uppi, og missa tískil møguleikan at fiska seg upp í bólk 5A.
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag tekur væl ímóti lógaruppskoti um at útluta dagar til bólk 5B, og felagið metir tað framvegis vera talan um stovnsrøkt. Hetta við m.a. at flyta óbrúktar dagar, eins og gjørt verður í øðrum skipabólkum.
Felagið tekur eisini undir við at áseta mørk fyri, hvat skal metast sum ein fiskidagur. Og Suðurstreymoyar Útróðrarfelag tekur undir við, at núverandi skipan verður endurskoðað.
Lógaruppskotið, sum er til samtyktar, verður mett at vera eitt rætt stig á leiðini.
Vinarliga
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag

