Hetta er fyrsti veruligi túrur hjá okkum

Tað sigur skiparin Jóhannes í Skálum, skipari á nýggja Vesturbúgvanum

Fyrsti túrur hjá Vesturbúgvanum var brúkiligur

-Tað er nýtt og ørvísi hjá okkum at trola eftir gullaksi við lemmum. Tí ganga óivað nakrir dagar áðrenn vit fáa stilla fiskireiðskapin inn, so hann riggar best til okkara vinnu.

Í morgun landaði Vesturbúgvin, nýggjasti trolarin í føroyska flotanum gullaks á Toftum. Meginpartur av veiðuni var landaður í kør meðan tey síðstu tonsini fóru í ein serbygdan tangabil. Fiskurin var síðani koyrdur til Tavuna í Leirvík, sum arbeiðir fiskin.

-Vesturbúgvin kom til landið 6. mai. Hóast skipið er í sera góðum standi, so eru altíð ymiskt, sum skal gerast, tá ið brúkt skip koma í føroyska flotan. Harafturat skuldi skipið riggast til okkara fiskiskap.

Tað sigur skiparin Jóhannes í Skálum.

-Tá skipið var klárt at fara til fiskiskap, var verkfall, og tí sluppu vit ikki avstað. Vit gjørdu tó ein stuttan túr, fyri at royna skipið og útgerðina, og tað riggaði væl, sigur hann.

-Hetta er fyrsti veruligi túrur hjá okkum. Vit royndu suðuri móti bretska markinum, og fingu góð 90 tons av gullaksi í fýra dagar. Veðrið var vánaligt, so vit fingu ikki fiskað alla tíðina, so túrurin var brúkiligur, sigur Jóhannes.

-Tað er nýtt og ørvísi hjá okkum at trola eftir gullaksi við lemmum. Tí ganga óivað nakrir dagar áðrenn vit fáa stilla fiskireiðskapin inn, so hann riggar best til okkara vinnu, sigur Jóhannes í Skálum.

Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook-vanga sínum.

Myndina eigur Jan Haldansen.