Hesi eru vald í fiskivinnuráðið

Samsvarandi § 2 í løgtingslóg nr. 61 frá 10. mai 2000 um Fiskivinnuráð tilnevnir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eftir tilmæli frá avvarðandi feløgum, umboð og varaumboð í Fiskivinnuráðið. Harumframt velur landsstýrismaðurin formann og varaformann.

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur tilnevnt hesi umboð og varaumboð at manna Fiskivinnuráðið komandi 4 árini.

Sí yvirlitið  https://lms.cdn.fo/media/17164/fiskivinnur%C3%A1%C3%B0i%C3%B0-2022-2026.pdf?s=9i5ojA65UIUyNPRKUxeI57kNtak