Heri Reynheim - øll feløgini vrakaðu øll semingsuppskotið
Feløgini vrakaðu semingsuppskotið á middegi.
Fyrrapartin var semingsroyndin millum arbeiðsgevararnar og fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum tikin uppaftur. Tað var Terje Sigurðsson, semingsmaður sum hevur gingið ímillum partarnar.
Semingsuppskot var lagt fram, men øll feløgini vrakaðu semingsuppskotið.
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag sigur, at feløgini handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag fráboðan um arbeiðssteðg, sum kemur í gildi á midnátt mánakvøldið 13.05.2024.
Felgøni eru, Havnar Arbeiðarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag