Her leggja 10 útróðrarbátar hjá Kjølbro frá landi í Klaksvík á veg til Eysturgrønlands
Konvojin í Eysturgrønlandi í 1959. Her leggja 10 útróðrarbátar hjá Kjølbro frá landi í Klaksvík á veg til Eysturgrønlands, har teir skuldu fiska og landa veiðuna til farmaskipið Karin K, sum skuldi verða móðurskip.
Í bóklinginum "P/F J.F. Kjølbro 1913-1983" skrivaði J. S. Hansen m.a. soleiðis um túrin í Eysturgrønlandi:
"Eftir drúgva og góða fyrireiking fóru skipini av Klaksvík 8. august 1959; nógv fólk var komið saman at siga farvæl og ynskja góða ferð, táið Karin K fylgd av 10 hvítmálaðum bátum legði út av Vánni.
Men í Eysturgrønlandi var nógvur ísur, og striltið gekst at koma inn móti landi. Nakrar dagar fingu teir roynt, og tá bar væl til, men teir vóru bert so fáir. 26. september fóru teir úr Angmaksalik og komu á Klaksvík 6. oktober. Veiðan var bert 200 tons í saltfiski og í so máta miseydnaðist túrurin. Orsøkin var ísur, sum hetta summarið var óvanliga nógvur, tann mesti í mansminni søgdu tey í Angmaksalik".
Pápi mín var maskinmaður við Eystnes, sum Arni í Búðunum førdi. Eg havi tíverri ikki viðmerkt, hvaðan eg havi myndina.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna á facebook-vanganum "Gamlar myndir úr Klaksvík/Norðoyggjum"