Her er skráin fyri Føroya Sjómannadag 2023
Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 15. - 20. august 2023. Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.
Føroya Sjómannnadagur 2023
Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera.
Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki.
Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis.
Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.
Høvuðsstuðlar
Klaksvíkar Kommuna
Norðoya Sparikassi
Týsdagur 15. august
18.00
Champions League dystur
Molde - KÍ
Mikudagur 16. august
17.00
Almenn móttøka í Húsinum
Alt virksemið hjá Húsinum er nú savnað undir sama taki mitt í býnum í Atlantis, og í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku
Frá kl. 17.00: Gepetto grillar pylsur framman fyri inngongdina, og kaffi og okkurt søtt verður at fáa inni í miðhæddini.
Kl. 19.00: Sunday Walkers spæla nøkur løg inni í gamla biografsalinum.
Kl. 20.00: Adrenaline spælir og fær vitjan av einum spennandi gesti.
Umleið kl. 21.00: liðugt
Vit eru spent at lata uppaftur og vóna at síggja nógv fólk mikudagin. Øll eru so hjartaliga vælkomin.
18.30
Fiskivinnuting í Miðhøllini á Skúlatrøð
Føroya Fiskimannafelag skipar fyri pallborðsfundi. Luttakararnir eru serfrøðingar og limir úr øllum flokkum á Løgtingi
Fríggjadagur 18. august
17.00
Fiskikapping á Kósabrúnni fyri øll børn.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu og bjargingarvest við.
Tilmeldingin er á Kósabrúnni, har luttakarar fáa agn, posa og pappírslepa at skriva navn og fartelefonnummar á.
Møtið í góðari tíð.
Silvi vitjar, og børn og vaksin fáa kakao, sunkist og góðgæti.
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í hesum bólkum: Dreingir undir skúlaaldur, gentur undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri og gentur í skúlaaldri.
Steyp verður latið til tann, ið fiskar størsta fiskin.
Heiðursmerkjahandanin verður á stóra palli á Sjómannadegnum leygarmorgunin 19. august kl. 11.20
18.00
Stórt vatnkríggj millum bátar og skip umframt á kajøkinum á Vestursíðuni.
Tá fiskikappingin er liðug, leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð, og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vágni.
Sløkkilið og bjargingarfeløg luttaka í vatnkrígginum.
Siglt verður í ring inni á Vágni, og kríggið endar, tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum.
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, er stórt vatnkríggj á landi fyri børn og vaksin, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.
Øll - bæði børn og vaksin - sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu rokna við at gerast dýggjvát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.
Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv! Minnist til, at lata tykkum í bjargingarvestar!
Leygardagur 19. august
Dagurin byrjar við, at Merkið verður vundið á stong klokkan 10.30.
Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin.
Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2023 settur á stóra pallinum.
Á stóra pallinum
Tilmeldingin til allar kappingar fer fram á pallinum.
*undantikið til svimjikappingina.
10.45
Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
10.55
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag
11.05
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum
11.20
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnarar av fiskikappingini
11.30
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum
11.50
Dávur Winther greiðir frá um læknastríðið, QR-lyklar og skattaveiðu
12.00
Skipalista-Kvissin - undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini - Minnist til at heinta appina.
13.00
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør
13.30
Føroyameistarakapping - Agnskering
13.45
Føroyameistarakapping – Egning
14.30
Føroyameistarakapping – Trolbøting
15.00
Føroyameistarakapping í køkubaking
- Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Roykivirkinum ímillum kl. 11 og 12
Køkudómarar: Ranva Knudsen, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elsbet Heðinsdóttir Christiansen.
15.15
Skipalista-Kvissin - Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
16.15
Magni Husgaard, Hugo Leo og Ólavur á Váli framføra vælkendar tónar
17.15
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar
17.45
Føroyameistarakapping – Halda dregg
18.15
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið
18.45
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan
19.00
Harmonikutónar
Fuglafjarðar Harmonikufelag spælir kend løg
Í Tjaldinum
10.40
Stóra morgunmatarborðið
11.00 – 18.00
Listaframsýning
Lydia Petersen, Magna Auðunsson og Monika Ósá Henriksen sýna fram
11.00 – 18.00
Framsýning við Norðoya Heimavirki
12.00 – 16.00
Havstovan vísir, hvussu fiskar verða kannaðir
12.00 – 17.00
Ókeypis andlitsmáling v/ Kæti
13.00 – 17.00
Bláikrossur bjóðar øllum børnum ókeypis Candyfloss úr rúsfría vogninum
13.00 – 17.00
Silvi skipar fyri fiskidammi
Á økinum
10.30
Merkið verður vundið á stong, meðan tjóðsangurin verður sungin
11.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli
12.00 – 17.00
Opið hús í Fullpower á Klaksvíksvegi 85
Verð við í spennandi kappingum, gita hvussu nógv kilo eru í rúgvuni og tak eina wella selfie við vakra prýdda selfieveggin frá Rógvadóttir. Ókeypis kaffi!
13.00 - 17.00
Opið hús á Looknorth
Kom og hygg at, hvussu EPS (flamingo) og hart plast verður framleitt. Looknorth bjóðar gestunum kaffi og vaflur.
13.00 - 17.00
Ókeypis kramarísar
13.00 – 19.00
Føroya átiligasta fiskaborð
JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Aftur í ár fara tveir kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.
-----
Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.
-----
Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.
-----
Christian í Grótinum og Amarant - Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli. Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.
-----
14.00
Sjórænarar bjóða øllum børnum við á spennandi skattaveiðu
14.00
Felagssangur við Hans Hjalta Skaale og Hóraldur Joensen í kantinuni á ”Roykivirkinum”.
14.00 – 15.00
Á Sjónámi verður framløga við John Goodlad um bók hansara “The Salt Roads - how fish made a culture”.
John fer at tosa um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.
14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling
15.30 – 16.30
Á Sjónámi greiðir Gudmund Helmsdal frá um spælifilmsverkætlanina Vandaferð.
Verkætlanin byggir á bókina "Ein Vandaferð" eftir Frederik Bláhamar, um tá Vestmanna sluppin Union Jack varð sokkin í 1940.
Á sjónum
09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl
10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Jóhanna TG 326, Westward Ho, Dragin, Norðlýsið, Thorshavn, Norðan og Grinkil eru við, umframt Swan, ið kemur úr Hetlandi.
11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Kaptain Gardar og Stampi siglir stuttar túrar við børnum
11.00 – 17.00
Vilt á sjónum
- Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum
- Ókeypis túrar sitandi á luftpútum, ið hanga afturúr speedbátum
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á sluppini Jóhanna
Tveir róðursmenn vera við stýrisvølin. Hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpassi, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a. Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho
Tveir mans vera ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/tuflur og vøttir - hjálpa fólki at hála t.d. fokkuna ella mesanin upp og niður, leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á skúlaskipinum Dragin
Kahúttin er riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu skúlaskipið verður nýtt til undirvísing. Eisini ber til at heysa okkurt segl upp og niður
13.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska
Norðoya Bjargingarfelag bjóðar øllum vælkomnum umborð á nýggja bjargingarbátin.
13.30
Bjargingarroynd
Tyrlan hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag luttaka
14.00
Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni
Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj.
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Brimli
Manningin bjóðar heitar vafflur og kakao.
14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Hvidbjørnen”
Manningin bjóðar heitar pannukøkur og kakao.
15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn
16.00
Útferð við Erlu Kongsdóttir út á Kópakonuna við frásøgumanni
Asbjørn Lómaklett er frásøgumaður. Siglt verður frá Stórukaj.
Sunnudagur 20. august
11.00
Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni við Hanusi á Gørðum.
Harmonikuvinir leiða sangin. Talvan gongur fyri Sjómansmissiónina.
18.00
Sjómansmøti í KFUM & K
Torleif Johannesen sjómanstrúboðari talar.
Eftir møtið verður nátturði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
VÆLKOMIN Á FØROYA SJÓMANNADAG 2023
Nevndin fyri Føroya Sjómannadag
Eyðstein Poulsen, formaður, Rannvá Isaksen, Ivan Isaksen, Jóhann Lützen og Jógvan Skorheim.
Sambært reglugerðini fyri Føroya Sjómannadag, er nevndararbeiðið ólønt.