Her er onki “Kongaríkið”
Norðlýsið stendur uppi á Lítlubeding onkuntíð tey fyrru árini, tað var heimahoyrandi í Klaksvík frá 1956 til 1965. Skipið varð bygt sum fiskiskip, til tað í 1984 varð umbygt til seglskip at sigla við ferðafólki. Á myndini eru bara fá hús fram við Stangarvegnum á tí sunnara partinum av myndini, og hetta er áðrenn raðhúsini vórðu bygd í tveimum røðum omanfyri vegin, sum vórðu kallað “Kongaríkið” millum manna.
Norðlýsið varð smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju til partafelagið Uvak í Havn í 1945, og tað var annar nýbygningurin hjá skipasmiðjuni. Tann fyrri var Vón, sum Sigurð Simonsen í Fuglafirði lat byggja. Í 1953 seldi Uvak skipið til Kollafirðar, har tað var heimahoyrandi í trý ár, til tað í 1956 varð selt til Klaksvíkar.
Í 1956 keyptu fýra mans í Klaksvík skipið frá kollfirðingum, og høvdu tað í 9 ár. Hesir vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggin Fischer Heinesen, sum áttu ein fjórðing hvør. Í 1957 stovnaðu eigararnir partafelagið Ekliptika, sum síðan yvirtók Norðlýsið. Í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar, har Jákup hjá Carl á lag keypti skipið. Árini aftaná varð Norðlýsið í fleiri ár reitt út í Hvalba.
Partafelagið Ekliptika í Havn átti skipið til í 1984, tá partafelagið Aurora Borealis keypti Norðlýsið, og bygdi tað um til seglskip at sigla við ferðafólki. Birgir Enni var í nógv ár ímyndin av Norðlýsinum, og sigldi í fleiri ár sum skipari, til hann gavst fyri fáum árum síðan. Jóhan Purkhús tók myndini helst seinast í 1950 árunum.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á fcebook. Tað er eisini hann sum hevur lagt myndina út.