HER ER OKKURT SPINNANDI GALIÐ
Eg ynski reiðarínum Vørustíggi í Dali blíðan byrð og hjartaliga til lukku við nýggja Eysturbúgvanum. Hetta glepsið er ikki rættað ímóti teimum, men er um eina umsiting av veiðirættindum, sum fær vanlukkuligar avleiðingar fyri alt samfelagið, um hetta verður praksis frameftir.
Nýggi Eysturbúgvin, sum áðrenn keypið til Føroya var eitt norskt uppsjóvarskip og æt Mostein, hevur nevniliga meira enn tvær ferðir so stóra veiðuorku sum gamli Eysturbúgvin, um roknað verður við longd x breidd x dýpi x maskinorku (HK)/1.000, men hann fær, sum eg havi skilt tað, øll rættindini av gamla Eysturbúgvanum óskerd.
Og tað sjálvt um § 21 í galdandi lóg um sjófeingi greitt sigur, at veiðiorkan IKKI má økjast, tá veiðiloyvi verða flutt ella fiskidagar avhendaðir, ella broytingar verða gjørdar á einum skipi. Fiskivinnulógirnar undan hesari hava allar havt líknandi ásetingar.
Tað er Vørn, ið hevur góðkent, at norska skipið kann koma í flotan í staðin fyri gamla Eysturbúgvan, sum sakk í fjør vár, og fáa allar fiskidagarnar. Í Breddanum hjá KvF fyrrapartin grundaði løgfrøðingurin hjá Vørn avgerðina á, at kunngerðin um áseting og útrokning av veiðuorku frá juli 2019 (kunngerð nr. 124 frá 25. juli 2019) enn er í gildi, og har liggja nýggi og gamli Eysturbúgvin í sama spenni í einum fylgiskjali.
Tað passar. Útrokningin av fiskiorkuni hjá gamla Eysturbúgvanum eftir oman fyri nevnda leisti sigur 3.036, hjá tí nýggja 6.849, og sambært fylgiskjalinum í kunngerðini verða rættindi flutt eitt til eitt, um bæði skipini liggja í spenninum 2.000 – 9.000. So við tulkingini hjá Vørn kundi reiðaríið saktans havt keypt eitt uppaftur størri skip fyri gamla Eysturbúgvan, uttan at tað bleiv skert í fiskidøgum.
Men hevur Vørn gloymt, at ein avgerandi fortreyt fyri kunngerðini frá juli 2019 var, at allur trolarafiskiskapurin og allur línufiskiskapurin í heimasjógvi, uttan útróðrarfiskiskapurin, skuldi skipast við kvotum frá 1. januar 2020? Áðurnevnda fylgiskjal var tískil bara aktuelt í fimm mánaðir – frá og við gildisdegnum 26. juli 2019 til og við nýggjársaftan 2019.
Áðrenn tað kom haðar til, fall táverandi CEF-samgongan tó, og ein nýggj borgarlig samgonga kom til ræði, sum longu í desember sama ár rullaði at kalla alla fiskivinnulóggávuna aftur – uttan kunngerðina um veiðiorku.
Við einari kvotuskipan er fiskiorkan hjá tí einstaka skipinum í prinsippinum uttan týdning.
Í eini fiskidagaskipan, sum allur botnfiskiskapurin í heimasjógvi enn er skipaður eftir, hevur fiskiorkan hinvegin alt at siga.
Vørn tykist sýna óavmarkað trúfesti mótvegis skrivaða bókstavinum í einari kunngerð, hvørs fortreytir eru burtur og hava verið tað í meira enn trý ár. Tað vita tey á stovninum, sum sita við hesum substansinum í hondunum hvønn dag, eisini fullvæl, og eg skilji tí ikki, hví politiski myndugleikin ikki er spurdur eftir, tá løgliga tulkingin hjá Vørn so eyðsæð gongur ímóti ætlanini hjá lóggávuvaldinum og sjálvum lógartekstinum.
Ella er poltiski myndugleikin spurdur?
Stendur avgerðin hjá Vørn viðvíkjandi Eysturbúgvanum við makt, er alt grundarlagið undir reguleringini av fiskiskapinum í heimasjógvi burtur, og stovnsrøktin farin sama veg sum gamli Eysturbúgvin. Tí fordømi er nú skapt fyri reint umsitingarliga at í ringasta føri tvífalda alla veiðiorkuna í mun til verandi flota.