Henry Freeman VA 10 og Fimm Systrar KG 32

Óli Olsen skrivar

Myndin frá Tjóðsavninum sýnir sluppirnar Henry Freeman VA 10 og Fimm Systrar KG 32. Tær liggja helst avhálaðar undir Íslandi. Henry Freeman tykist hava lagt um til snellu, meðan Fimm Systrar heldur seg til snørið.

Fimm Systrar
Only Sister, sum hon tá nevndist, var smíðað í 1878 í Hull, 78 tons og fekk í 1931 motor, 55 hestar av slagnum rap. Hans Martin Mohr, skipari úr Hoyvík, keypti hana í 1896 úr Hull. Eitt sindur seinni keypti Sofus Erik Evensen, handilsmaður í Havn, part í skipinum.

Í 1909 keypti Niclas Niclasen, skipari í Havn, hana saman við tveimum fiskimonnum. Í 1911 átti Sofus Erik Evensen skipið einsamallur. Evensen doyði í 1913, og Júst Olaf Jakobsen, kongsbóndi í Havn, keypti Only Sister frá sorinskrivaranum.

Í 1920 keypti Thomas Sigvald Thomsen, skipari í Norðragøtu, hana. Seinni yvirtók Johannes Thomsen, eisini úr Norðragøtu, sluppina. Í 1930 keypti Absalon Jacobsen, keypmaður á Skála, Only Sister.

7. desember 1939 keypti Símun David Kalsø av Húsum sluppina og nevndi hana Fimm Systrar. Um 1950 fekk hon nýggjan motor, 119 hesta alpha. Símun David royndi í mong ár undir Íslandi um summarið og róði út undir Føroyum um veturin.

Tá ið sluppin varð løgd, ætlaði ein grunnur at ogna sær hana at seta í upprunastand sum minni um slupptíðina. Men so sakk hon við bryggjuna í Klaksvík, og tá ið hon varð tikin upp og kannað, vísti hon seg at vera í so ringum standi, at hon í 1975 varð søkt norðuri í Haraldssundi.

Henry Freeman
Í 1917 keypti Napoleon Jensen, Gøtu-Poli, sluppina Henry Freeman, ið fekk nummarið KG 371. Hann førdi hana sjálvur tey árini, hon sigldi út av Klaksvík. Handilin úti í Klaksvík reiddi hana út.

Napoleon var føddur Frammi við Gjónni 9. september 1889. Hann misti pápan sum smádrongur og fór til Norðragøtu, har hann vaks upp hjá Tummasi bónda í Blásastovu. Poli, sum búsettist í Klaksvík, tók skiparaprógv í 1915 hjá Hans Djurholm á Glyvrum.

Henry Freeman var smíðað í 1877 í bretska býnum Rye í landspartinum Sussex. Hon var 85 tons og fekk í 1930 ein 30 hesta skandia motor. Seinni var motorurin skiftur út við ein 169 hesta blackstone-lister.

Tað var í 1905, at John Johannes Olsen, skipari úr Vestmanna, keypti Henry Freeman úr Grimsby. Stutt eftir keyptu Rasmus Niclasen, keypmaður í Miðvági, og Andreas Sigvald Reinert úr Vestmanna hvør sín triðing í henni. Í 1909 keypti pf. Rasmus Niclasen í Miðvági skipið. Haðani fór hon so í 1917 til Klaksvíkar.

Í 1923 keypti Símun Pauli Abrahamsen, skipari á Strondum, skipið úr Klaksvík. Í 1934 keypti fyritøkan ”J.E. Thomsen Eftf. í Sandavági” farið á tvingsilssølu.

Í 1962 keypti Hugo Fjørðoy, keypmaður í Sørvági, skipið á tvingsilssølu. Í 1966 keypti pf. Vesturbrúgv í Sørvági skipið frá Hugo Fjørðoy.

Á heysti 1967 varð sluppin Henry Freeman søkt úti fyri Múlanum í Sørvágsfirði.

Óli Olsen