Helvtin av línuflotanum liggur

Tað hava verið ring líkindi seinastu dagarnar, og í løtuni liggur meira enn helmingurin av línuskipaflotanum.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið fær mest av hýsu og toski og kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

- Helst fer okkurt annað ísfiskalínuskip avstað, nú veðurforsøgnin er heldur frægari, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

Tað skrivar Vilmund Jacobsen á in.fo 

Umframt tað eina ísfiskalínuskipið, sum er til fiskiskap, eru eisini fýra frystilínuskip úti - tvey í føroyskum sjógvi og tvey í íslendskum.

- Frystilínuskipini fáa eina blanding........les alla greinina HER https://in.fo/news-detail/helvtin-av-linuflotanum-liggur