Helgi Abrahamsen um Dragan
Meðan eg í morgun (20.09.2023) siti og skrivi, síggi eg Dragan fara út eftir fjørðinum. Dragin er ein bátur, sum altíð setir nógvar tankar í gongd hjá mær.
Tá eg var smádrongur áttu abbi mín og mammubeiggjarnir Dragan, og tað eru nógvir tímar, eg havi verið umboð har og í egningarskúrinum.
Teir plagdu at landa til “Ísvirkið”, og tá teir vóru lidnir at landa, sigldu teir yvir um fjørðin, har báturin altíð lá. Onkuntíð tá eg sá, at Dragin lá við Ísvirkið, gekk eg “út á Land”, fyri at sleppa at sigla við yvir um fjørðin.
Jú nógv minni koma fram, nú báturin fer siglandi út eftir Skálafjørðinum.
Myndina eigur Helgi Abrahamsen.