Heinanøvan til Hiddenfjord
MEST latið tvíkiljuna Heinanøva til Hiddenfjord í dag.
- Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Og serliga tað at eisini henda tvíkiljan var latin til tíðina, segði Mouritz Mohr, stjóri á MEST í røðu umborð.
Henda seinna av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Boga Jacobsen, menningarleiðara á Hiddenfjord, í dag. Fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, varð latin Hiddenfjord í november 2023.
Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heinanøva”, er bygd til aliøki í Sørvágsfirði og fær heimstað í Sørvági. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.
Í røðu, sum Bogi Jacobsen helt umborð nevndi hann millum annað:
- Hetta eru fyrstu tvíkiljurnar har vit hava havt møguleikan at fylgja við arbeiðinum heilt frá byrjan av. Líka frá strikunum á Teknistovuni, byggingini á stáldeildini og so liðugtgerð. Um vit hava havt tørv á broytingum, ja so hava vit bara tikið tað upp við MEST, segði Bogi Jacobsen og endaða við at takka MEST fyri væl leidda verkætlan.
Á samkomu umborð á tvíkiljuni vóru nógv fólk savnaði til hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, eisini helt eina stutta røðu.
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 117 á MEST, er 16 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við tveimum stórum MELCAL kranum, ein við støddini 80 tons og ein á 23 tons, tveimum 500 HK Volvo Penta høvuðsmoturum, einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli.
Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.