Heimsins burðardyggasti høvuðsmotorur
Áðrenn Gadus fór sín fyrsta túr vitjaðu lesandi frá maskinmeistaradeildin á Vinnuháskúlanum snotiligu skútuna. Eli Poulsen, teknikari tók í móti og vísti runt.
Tað var ein uppliving at síggja hetta framúr flotta farið, har serliga manningarumstøðurnar eru í serflokki.
Eisini sóu vit verksmiðjuna og útgerðina, ið er partur av arbeiðsgongdini. Fiskurin kemur úr køldum móttøkupavnum, og at enda verður hann pakkaður automatiskt á plattar. Lastin tekur uml. 1200 tons av flaki. Frammanfyri frystilastina er mjøllastin, ið tekur 400 tons. Mjøllastin kann eisini brúkast til frystilast.
Í maskinrúminum sóu vit allar tær vanligu skipanirnar, ið hoyra til hesa skipastøddina. Sum eitt kuriosum kunnu vit nevna at høvuðsmotorurin, ið er ein Wartsila 12V31 uppá 7320 kW, kom í Guiness metbókina, tí hann var heimsins mest økonomiski 4-taksmotorur.
Meðan vit vóru umborð, bleiv skipið flutt norður í Ánirnar, so vit fingu ein stimitúr við omaná rundvísingina.
Vit takka fyri høvið at síggja skipið og góðu móttøkuna. Skipið og manning senda vit bestu ynski um blíðan byr.
Tað skrivar vinnuháskúlin.