Heimafriður - varveiti havnastongsulin
Russisku skipini hava álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá føroyingum.
Nú løgtingið skal taka støðu til uppskot frá Fólkaflokkinum, um at loyva russiskum skipum til Føroyskar havnir aftur, vil Heimafriður minnað Føroya løgting á, at slík avgerð hevur álvarsamar avleiðingar fyri heimafriðin og trivnaðin hjá føroyingum.
Tí russisku skipini og frystiskipini, sum russisku skipini umskipa til, larma óvanliga nógv. Hesi skip eru ikki egnað at liggja nærendis bústaðarøkjum.
Seinastu árini hava Heimafriður, landsmyndugleikar og havnir kring landið mótikið hundratals klagur um skip, sum órógva fólk so mikið nógv, at tað ávirkar svøvn og trivnað hjá fólki.
Síðani havnastongsulin kom í gildið, er talið av klagum minkað niður í nærum einki.
Um skipini sleppa til bryggju aftur, kunnu vit vænta, at avgerðin fær likamligar og sálarligar fylgjur fyri fólk, sum búgva nærhendis havnum í Føroyum.
Heimafriður heitur á landsins leiðarar, um at varveita havnastongsulin, til ein lóg er samtykt, at verja heimafriðin hjá føroyingum ímóti slíkum ágangi.
Felagið Heimafriður