Heimaflotin á einum vegamóti
Greitt er fyri teimum flestu í føroyskari fiskivinnu, at tann sonevndi heimaflotin er komin til eitt vegamót. Útlitini hjá hesum partinum av flotanum eru í løtuni sera døpur, og stórar broytingar krevjast, um hesum partinum av flotanum skal vera lív lagað. Talan er í hesum føri um partrolarar, lemmatrolarar og garnaskip, sum hava stórar avbjóðingar og vánaligar framtíðarvánir.
Í mong áratíggju hevur hesin flotin verið ein týðandi bulur undir tí føroyska vælferðarsamfelagnum, og hesin flotin var saman við øðrum vinnum við til at lyfta vælferðarsamfelagið eftir kreppuna í nítiárunum. Í dag er nærum kreppa í hesum skipabólkum.
Línuskipini hava seinastu árini fingið fleiri rættindi á øðrum leiðum. Hetta hevur havt við sær, at flotin er endurnýggjaður við betri skipum, manningarnar hava fingið meira burturúr og reiðaríini hava havt eitt rímiligt úrslit. Hetta er komið øllum til góðar, og tað er teimum væl unt.
Betri fiskirættindi tryggja endurnýgging og betri úrtøku fyri reiðarí og manningar. Eisini hava uppsjóvarskip og verksmiðjutrolarar megnað at endurnýggja síni veiðitól umframt at tryggja ein sunnan fíggjarligan rakstur.
Trolarar og garnaskip vanta rættindi
Tó eru fleiri skip, sum ikki hava havt umstøður til at endurnýggja seg vegna vantandi rættindi, tvørrandi fiskiskap og tungan rakstur. Hetta eru serliga trolarar undir Føroyum og garnaskip. Tað hevur verið hugaligt at síggja, at aðrir bólkar hava havt møguleika at endurnýggja seg. Hetta merkir, at reiðaríini hava møguleika til at forrenta sínar íløgur, og at manningarnar samtundis fáa eina sámiliga inntøku.
Tó hevur partur av heimaflotanum verið við sviðusoð. Partrolarar og garnaskip troyta framvegis bert tey fiskasløg og leiðir, sum tey hava nýtt í fleiri áratíggju. Eingin ivi er um, at hesi skip skjótt nærkast einum vegamóti, har støða skal takast til framtíðina hjá teimum. Hetta eiga landsins myndugleikar skjótast gjørligt at taka til viðgerðar.
Tá ið veiðigjøldini vórðu hækkað og víðkað til eisini at fevna um heimaflotan, var hetta eitt stórt bakkast. Skipanin við brúksskyldu fer eisini við tíðini at taka makrelkvoturnar frá hesum skipum. Hetta verður helst ein dyggur smeitur hjá teimum, sum frammanundan stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Eitt tað fyrsta hendan samgongan gjørdi var at áleggja heimaflotanum veiðigjøld fyri makrelkvotur. Nú er kunngerð um makrel send til hoyring, har heimaflotin eisini missir tær ófiskaðu kvoturnar frá í fjør, og tær verða lagdar í eina felagskvotu.
Vánalig gongd
Veiddu nøgdirnar hjá trolaraflotanum hava verið minkandi í mong ár, og talið av skipum er eisini minkað. Hetta er ein álvarsom gongd, sum eigur at takast í álvara. Lítil ivi er um, at veiðan hjá hesum partinum av flotanum gevur eina stóra virðisøking á landi, og hundraðtals arbeiðspláss á landi eru knýtt at hesum partinum av flotanum. Eisini skapar hetta stórar ringvirkningar í tænastuvinnun sum t.d. skipasmiðjur, smiðjur, elektrikarar osv. Heimaflotin skapar stóran virðisvøkstur á landi og nógv arbeiðspláss. Tí er løgið, at politiska skipanin vísir hesum bólki so lítlan ans.
Politiska ætlanin er nú at taka makrelkvoturnar frá heimaflotanum. Makrelurin var í sínari tíð latin heimaflotanum, tí at hann hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Makrelurin hevur verið eitt gott íkast til raksturin hjá hesum skipum seinastu mongu árini. Tí er spurningurin, hvat ætlanin er at seta ístaðin.
Um einki verður gjørt, er stórur vandi fyri, at hendan vinnan fer fyri bakka. Mest nærliggjandi hevði verið, at hesin parturin av flotanum fekk betri rættindi og veiðimøguleikar, soleiðis at raksturin hevði verið betraður.
Vit, sum umboða hendan partin av flotanum, fara hervið at heita á landsstýrið og løgtingið um taka støðuna hjá hesum partinum av flotanum í álvara, áðrenn ov seint er.
Felagið Garnaskip, Felagið Trolskip, Felagið Lemmatrolarar