Takið várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum í álvara
Fyri at tryggja eina nøktandi eldrarøkt komandi árini, eiga fleiri eldrabústaðir, hægri lønir og betri arbeiðsumstøður í vælferðarøkinum at vera partur av langtíðarætlanunum hjá landstýrinum.
Fleiri eldri og færri í arbeiðsførum aldri
Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum staðfestir millum annað, at talið av eldri fólkum fer at vaksa lutfalsliga skjótari komandi árini, enn talið av fólki í arbeiðsførum aldri fer at vaksa. Hetta fer sostatt at vaksa um almennu útreiðslurnar til vælferðartænastur so sum heilsuverk, pensjónir og eldrarøkt. Og tað fer at ávirka fíggjarpolitiska haldførið hjá landskassanum stórliga, um ongar nýskipanir verða gjørdar á inntøku- og/ella útreiðslusíðuni, sigur Búskaparáðið. Tí er neyðugt at landsstýrið ger langtíðarætlanir fyri at møta fíggjarligu avbjóðingunum komandi árini.
Hetta er ikki bert galdandi fyri landskassan, men eisini fyri kommunurnar, ið hava ábyrgdina av eldraøkinum.
Sum eg síggi tað, setir hendan gongdin nýggj krøv til samfelagið á fleiri frontum. Fyri tað fyrsta mugu fleiri eldrabústaðir byggjast í takt við, at vit gerast fleiri eldri. Men fysisku karmarnir kunnu ikki einsamallir lætta um støðuna. Vit mugu hava nógv fleiri útbúgvin starvsfólk til at taka ímóti og til at vera um tey eldru í kommununum. Tað krevur harumframt, at lovaða lønarlyftið og niðursetta arbeiðsvikan verða ein veruleiki skjótast gjørligt.
Lágløntir forsyrgjarar illa sperdir
Hóast búskapurin sær út til at halda sama støði, sum undanfarnu tvey árini, so eru húsarhaldini samansett. Formaðurin í Búskaparráðnum segði í útvarpinum í gjár, at ein fjórðingur av húsarhaldunum siga seg júst fáa endarnar at røkka saman. Og tey, sum hava tað serliga trupult í dag, eru tey við lágum lønum og tey húsarhaldini, har tað eru fáir forsyrgjarar í mun til talið á fólkum í húsinum. Føroysku húsarhaldini eru eisini merkt av inflasjónini og rentuhækkingunum, og meginparturin av lønini fer til neyðsynjarvørur. Hetta kann skjótt føra til strongd millum fólk, um gongdin ikki broytist innan rímiliga tíð.
Tí hendan áheitan á lands- og kommunalu myndugleikarnar um at taka várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum í álvara, at hava hjartað við og raðfesta rætt.
Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum