Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørt semju

Umframt avtalan um lønarlyft

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og á fundi hin 26. oktober 2022 handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.

Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.

Harumframt fær lønarlyftið, sum samgongan hevur sett sær fyri at geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum, gildi tann 1. januar 2024.

Semjan sæst her.

Avtalan um lønarlyft sæst her.