Heilsuhjálparafelag Føroya hevur steðgað samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

fundurin bleiv slitin eftir bert 20 minuttum.

Uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari.

Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur Mary Antonsdóttir.

Eingin nýggjur fundur er á skránni í løtuni.