Heili 25 bildekk upp av botni
Tað er Janus Joensen frá Faroe Dive, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, um at hjálpa til við at rudda fram við kaiini.
Janus, sum er partur av einum altjóða góðkendum kavaraskúla, gjørdi ikki matari enn at seta seg í samband við Brimil, har teir í felag skipaðu fyri einum kavaraskeiði. Her skuldi dekkini fram við kaiini á vestursíðuni veðra málið og ”fongurin”.
Eftir hálvum degi, høvdu teir tikið heili 25 dekk upp á kaiina, sum havnameistarin, Jógvan á Lakjuni, tók ímóti. Teir vóru sjálvandi fegnir um fongin, men søgdu við ein munn, at nú eru vit komnir hálva leið. Brimil var farin at bunkra í Norðhavnini, og skuldi síðani koma aftur, og verður tí hildið frá við at kava eftir dekkum.