Heiðursbræv fyri at bjarga føroyskum havrógvarum
Sjóvinnustýrið innstillaði fyrr í ár Sergey Vasiliev, skipara á Nordic Quinngua, til heiðurslønina 2023 IMO Honours for Exceptional Bravery at Sea fyri at bjarga teimum báðum føroysku havrógvarunum, sum vóru í ferð við at rógva tvørtur um Atlantshavið, tá ið teir fingu ein stóran sjógv, og bátur teirra varð vrak.
IMO tók undir við innstillingini og hevur latið Vasiliev heiðursbræv - Letter of Commendation - sum Sjóvinnustýrið fer at lata skiparanum.
IMO fekk í ár 47 tilnevningar til virðislønina fyri serligan reystleika á sjónum. Av hesum var ein vinnari (Caleb Halle frá US Coast Guard), meðan 17 onnur fingu heiðursbræv. Sergey Vasiliev er ein teirra, sum fekk heiðursbræv.
Hetta er fyrstu ferð Sjóvinnustýrið hevur innstillað nakað sjófólk til virðisløn. Vit eru sera fegin um, at dugnaligi skiparin fær ta tøkk og tann heiður, hann hevur uppiborið fyri at hava bjargað teimum báðum monnunum. Aðalmálið hjá Sjóvinnustýrinum er at verja mannalív á sjónum, og tá onkur við stórum dugnaskapi og dirvi fremur eitt bragd, sum bjargar lívum, so vilja vit vera við til at heiðra tey, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Á myndini sæst manningin á Nordic Quinngua saman við bjargaðu monnunum. Skipari Sergey Vasiliev er nummar 3 frá høgru. (Myndina eigur Nordic Bulk Carriers)