Havstreymurin ávirkar helst tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka

Eftir stendur spurningurin,hví hevur toskastovnurin á Landgrunninum ikki hevur merkt somu uppgongd seinastu árini

 

Sum nevnt í tíðindagrein á heimasíðuni tann 10. apríl í fjør (2024), hevur toskastovnurin á Landgrunninum verið søguliga lítil seinastu árini. Hetta kemur helst bæði av ovveiðu og skiftandi umhvørvisviðurskiftum í havinum. Tilgongd av ungfiski hevur stóran týdning fyri, hvussu stórur ein fiskastovnurin verður. Góð tilgongd fellir, sum heild, saman við góðum gróðri á Landgrunninum, og harvið meira av føði. Sera góð tilgongd var í 1983, 1994 og í 2000, og hampiliga góð tilgongd var í 1987, 2009 og 2017. Men góðar gróðrarumstøður á Landgrunninum føra tó ikki altíð til ein greiðan vøkstur í stovnsstøddini. Í omanfyri nevndu tíðindagrein bleiv millum annað spurt: Hví sást tilgongdin í 1987, 2009 og 2017 ikki aftur í einum størri toskastovni?

LES ALLA GREININA HER Tilgongdin av toski og hýsu á Landgrunninum og Føroyabanka ávirkast helst av havstreymum - Havstovan