Fekk bara makrel í 13 av 46 hálum
Fáir, men stórir makrelar vóru at fáa í íslendskum sjógvi.
Tað er niðurstøðan hjá íslendska havrannsóknarskipinum, Árna Friðrikssoni, sum var við í árligu kanningini saman við skipum úr Noregi, Danmark og Føroyum.
Tey kannaðu uppsjóvarfisk.
Árni Friðríksson fekk bara makrel í 13 av 46 hálum. Tey vóru øll eystan fyri Ísland.
Hann fekk bara 164 makrelar, 97 kilo.
Men teir vóru stórir. Miðallongdin var 40 sentimetrar og miðaltyngdin 590 gramm.
Ongantíð fyrr hevur makrelurin staðið so spjaddur við Ísland.
Endaliga samansjóðaða niðurstøðan hjá teimum fimm skipunum, sum vóru við í kanningini, kemur seint í august.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo, Mynd: Shipspotting..com