"Havnirnar" í landinum á vitjan hjá Runavíkar havn/kommunu.
Hósmorgunin komu umboð fyri tær størru havnirnar í landinum á vitjan hjá Runavíkar havn/kommunu.
Samstarvið millum havnirnar er gamalt, áður var tað skipað í egnum felagsskapi, og hesi seinru árini hava havnirnar samskift og samvirkað í einum undirbólki hjá Kommunufelagnum. Bólkurin gongur undir heitinum Havnanetverkið.
Hóast havnirnar annars eru í kapping við hvørja aðra, so eru tað mong viðurskifti sum eru felags fyri tær allar. Nakrir fundir vera hildnir um árið, har hesi vera umrødd, og samskipari og skrivari hjá bólkinum er Janus Haraldsen, løgfrøðingur hjá Kommunufelagnum.
Umframt kunning um tað, sum er farið fram síðan seinasta hildna fundin, var havnastongsulin uppi og vendi fríggjamorgunin. Havnirnar vóru á fundi við Uttanríkisráðið áðrenn stongsulin varð settur í verk, og týðandi er, at havnirnar skipa seg eftir einum felagsleisti samsvarandi ásetingunum hesum viðvíkjandi. Ymsu royndirnar hjá havnunum vóru nógv umrøddar, m.a. hvussu samskift verður við Vørn, Uttanríkisráð og umboðsfeløg, tá umbønir koma frá russiskum skipum um bryggjupláss í Føroyum. Hóast heimild er til at umskipa veiðuna úr umbýtiskvotunum, tað sum russar veiða í føroyskum sjógvi, so var metingin á fundinum, út frá royndunum higartil, at hendan ferðslan í mesta lagi fór at vera onkustaðni millum 10 og 20% av ferðsluni sum var fyri stongsulin.
Fundurin varð hildin í býráðssalinum í Saltangará, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu greiddi eftir umbøn gestunum frá Runavíkar havn/kommunu, og eftir tað fingu gestirnir ein bita á Hotel Runavík.