Havnar Arbeiðarafelag skal hava nýggjan formann

Sunnudagin 30. oktober 2022 andaðist fyrrverðandi formaðurin, Hans Joensen, 71 ára gamal. Tí skal felagið hava nýggjan formann tann 4.mars.

Heri Reynheim hevur røkt formanssessin í Havnar Arbeiðarafelag, síðan Hans Joensen gjørdist sjúkur. 

Ársaðalfundurin hjá felagnum verður 4. mars og tá skal formaður veljast.

Formansval 

Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til formansvalevni vera nevndini skrivliga í hendi áðrenn kl 12 seinasta vanliga arbeiðsdag í desember 2022 árið fyri at formaður stendur fyri vali.

Sostatt er freistin farin.

Vit hava spurgt hvør stillar upp, men felagið sigur, at tað verður kunngjørt í miðlunum seinni í januar.

Ársaðalfundurin verður 4. mars.