Havnar Arbeiðarafelag eigur at umhugsað teirra íløgu í fastognir
Fyrst vil eg ynskja Hera Reynheim tillukku við formannsessinum í Havnar Arbeiðarafelag.
Nú ført hevur verið fram í rúma tíð, at tey lágløntu í Tórshavn hava ilt við at finna ein leigubústað í kommununi. Eins og at tað nærum er ógjørligt hjá teimum, at keypa ein bústað, ið er teimum fíggjarliga haldførur.
Meini eg at Havnar Arbeiðarafelag (HA) kundi gingið á odda í royndini, at bøtt um støðuna við at umhugsað teirra íløgu í fastognir.
Eg haldi at HA skuldi givist við at hýst almennari umsiting og heldur farið við lutaíbúðar leistinum, at hýsa limum teirra ístaðin.
Bæði HA og Tórshavn sum heild hava brúk fyri, at limir felagsins frammhaldandi fara at megna at búleikast í Tórshavnar kommunu.
Hevði tað ikki sømt seg betur HA, at selt stásiliga ognirnar á Tinghúsvegnum fyri síðan, at leggja aðra frammtíðarætlan viðv. fastognar íløgum felagsins? Og sum heldur koma strongdum limum teirra til gagns?
Hugsið, at HA óiva hevði fingið 2-3 megnar íbúðarblokkar fyri bygningarnar á Tinghúsvegnum.
Bert ein knøpp hugsan um verandi íbúðarstøðu limum felagsins, eins og at umhugsað frammtíðar leið, felagnum og borgarum í Tórshavnar kommunu, at gagni.
Bogi í Gil