Havbúnaðarfelagið: Loyvisgjaldið byggja á skattliga úrslitið
Loyvisgjaldið hjá alivinnuni eigur at byggja á skattliga úrslitið, partafelagsskattin, hjá vinnuni. Hetta hevur verið boðskapurin hjá Havbúnaðarfelagnum í skjótt 10 ár.
Hetta er framvegis greiða sjónarmiðið hjá felagnum.
Møguligar misskiljingar
Loyvisgjaldið hjá alivinnuni hevur aftur hesa vikuna verið umrøtt. Havbúnaðarfelagið fegnast um, at politisku myndugleikarnir vilja endurskoða verandi skipan við tøkugjøldum.
Orðaskiftið seinastu dagarnar bendir á, at møguligar misskiljingar eru íkomnar, ið Havbúnaðarfelagið vil varpa ljós á.
Í hesari greinini hjá Kringvarpinum stendur at lesa:
"Alivinnan hevur víst á, at nýggja skipanin eigur bæði at hava tøkugjald og størri partafelagsskatt."
Tað er ein misskiljing, at alivinnan vil hava eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsskatti. Havbúnaðarfelagið hevur víst á, at skipanin bara skal byggja á skattliga úrslitið (partafelagsskatt).
Búskaparráðið mælir til tað sama
Búskaparráðið hevur eisini ført sama sjónarmið fram. Í hesari greinini hjá Kringvarpinum stendur:
"Búskaparráðið var eisini inni til hoyringar. Tey halda, at partafelagsskattur er tað rætta."
Minni atferðarstýrandi
Hartil heldur Havbúnaðarfelagið, at um skipanin verður grundað á skattliga úrslitið, er hon í minni mun atferðarstýrandi, og ávirkar harvið eisini í minni mun hvussu vinnan skal raðfesta.
Havbúnaðarfelagið vil eisini mæla til, at politiska skipanin tekur av møguleikanum at gera breiða semju um skatta- og avgjaldsskipanina fyri alivinnuna, so fortreytirnar eru greiðar, tá ið feløgini leggja langtíðaríløguætlanir og dagliga virksemið til rættis.
Vegna Havbúnaðarfelagið
Øssur M. Dalbúð