Havabrún
Havsbrún í 1980 unum við 91 000 pundum av upsa
Nú hevur 50 tonsarin Havsbrún ligið og "gnaðað gummi" við Stengarbrúgvarnar í nøkur ár, men onkuntíð hevur hann fingið nógvan fisk tey árini, hann var í vinnu í Klaksvík.
Hesa greinina skrivaði Jákup Andreasen, fyrrv. stjóri á Fiskivinnuskúlanum, á facebook-vanganum myndir úr Norðoyggjum fyrr í ár.
Á myndini, sum er frá fyrst í 1980 unum, er hann komin av Munkagrunninum við 91 000 pundum av upsa. Hendan stóra rúgvan fekst ikki í lastina, og tí høvdu teir umleið 30 000 pund á dekkinum. Báturin liggur klárar at landa stóru veiðuna á Eiði.
Trúgvi Kallsoy, sum búði á Eiði, var skipari á Havsbrún henda túrin. Hann var fiskiklógv, og hann fekk altíð nógvan fisk, uttan mun til hvørjum hann royndi eftir.
Her eru upplýsingar um Havsbrún á skipalistin.fo http://www.skipalistin.fo/is-is/havsbrun
2. mars í ár skrivaði Norðlýsið, at P/F EFHO hevur keypt Havsbrún
Óli M. Lassen, reiðari, váttar, at P/F EFHO hevur keypt Havsbrún.
Útróðrabáturin Havsbrún hevur ikki verið í vinnu síðstu árini, og tað fer hann heldur ikki at gera framyvir. Óli M. Lassen sigur við Norðlýsið, at orsøkin til at teir hava keypt Havsbrún er at fáa nakrar dagar afturat til útróðrarbátin Líðhamar, sum P/F EFHO eigur.