Hava togað skip leyst

Wilson Skaw siglir undir barbadiskum flaggi, hevur fingið nakað av skaða, men eingi tekin eru um oljuleka

Hava togað skip leyst í Húnaflóa í Íslandi.

 

Farmaskipið Wilson Skaw er í dag leyst av landi aftur, eftir at tað týsdagin sigldi á eitt sker í Húnaflóa á norðurlandinum í Íslandi. Nakað av vindi var.

Tað skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Wilson Skaw siglir undir barbadiskum flaggi, hevur fingið nakað av skaða, men eingi tekin eru um oljuleka.

Skipið flýtur, og vaktarskipið Freyja sleipar nú tað út á djúpari sjógv, og tá verður støða tikin til, hvat síðani skal henda.

Nógv sker eru í Húnaflóða, og tí verður siglt spakuliga út úr flógvanum. 

Manningin er framvegis umborð á Wilson Skaw, og fólk frá Freyju eru eisini umborð á skipinum.

Í lastini hevur skipið umleið 2.000 tons av salti. 

Tað skrivaði kvf.fo í gjár.