HOYR KVF sending: Hava fingið millum sjey og átta milliónir skjøl
Við Tórði á túri á Tvøroyrar Skjalasavni.
Í gamla Íshúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri húsast Tvøroyrar Skjalasavn, sum byrjaði í 2018 og læt upp fyri almenninginum í 2023. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið eru slektaðir av staðnum, hava havt úr at gera. Higartil hava teir fingið millum sjey og átta milliónir skjøl, sum kunnu lýsa søguna á Tvøroyri og Suðuroynni sum heild.
HOYR SENDINGINA "Við Tórði á túri á Tvøroyrar Skjalasavni" HER Við Tórði á túri | Kringvarp Føroya
Harafturat hava m.a. fingið alt tað søguliga skjalatilfarið hjá Føroya Fiskimannafelag, sum gevur eina mynd av føroyska samfelagnum sum heild.
Á hesum túrinum greiða Kári og Jens Pauli frá arbeiðnum á skjalasavninum, og Kári greiðir frá øllum pakkhúsunum hjá Thomsen í økinum. Hann sigur, at støddin á hesum savnsøkinumetta er eindømi í Føroyum.
Við í sendingini eru annars hesi fólkini: Kári Jespersen, søgufrøðingur, Jens Pauli Nolsøe, søgufrøðingur, Angilie Olsen, leiðari í Ungdómshúsinum á Tvøroyri og Johanna Maria Midjord, sum dagliga kemur í Ungdómshúsið.

