Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Hava selt Eystnes og Hvítanes

Tey fáa nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu. Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april 2024. 

Eystnes og Hvítanes verða partur av flotanum hjá Nordwest Ship Management, ið nú telur 11 skip. Tá ið skipini verða yvirtikin í næsta mánaða, fáa tey nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris.