Hava savnað saman lutir, ið hava við Grønlands útróðurin. Ætlanin er at gera ein savnsbygning.
Áhugabólkur í Vága kommunu hevur savnað saman lutir, ið hava við Grønlands útróðurin. Ætlanin er at gera ein savnsbygning.
Síðan 2011 hevur ein áhugabólkur í Vága kommunu savna saman Grønlandsbátar og lutir, ið hava við Grønlandsútróðurin at gera, við tí fyri eyga, at varðveita henda týdningarmikla vinnuliga mentanararv til komandi ættarlið. Talan er um bátar úr nærum øllum Føroyum. Grønlandsútróðurin var í mong ár sera týdningarmikil fyri føroyska búskapin, og var hann inntøkugrundarlagið hjá mongum føroyskum húskjum, ikki minst í Vágum. Sostatt var hann týðandi fyri vælferðina í Føroyum. Eisini var hann íblástur hjá grønlendingum, ið vóru við føroyskum bátaskipum til at byrja sjálvstøðugt virksemi ... Les alla greinin HER BFI | TÍÐINDI | Sjøtul settur á føroyskt vinnu og siðsøgusavn fyri Grønlandsútróðurin (bluefaroeislands.com)