Hava roynt vestanfyri Hebridurnar og eystanfyri Føroyar

Rolf Asbjørn á Havnini

Rolf Asbjørn á Havnini

Í dag lá norska frystilínuskipið Rolf Asbjørn á Havnini. Teir hava roynt vestanfyri Hebridurnar og eystanfyri Føroyar.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í morgun, og har hitti hann, millum aðrar, skiparan Oddvar Ervik. Hann segði millum annað:

-Vit hava roynt í tríggjar vikur vestanfyri Hebridurnar, men har var smáligur fiskiskapur. So sigldu vit til Føroyar og hava drigið eina setu eystanfyri Suðuroynna. Har var eisini smáligur fiskiskapur.

-Vit hava onkrar smávegis trupulleikar, sum vit ikki fingu orna umborð, og tí komu vit á Havnina. Eftir ætlan fara vit aftur til fiskiskap í kvøld, sigur Oddvar.

Rolf Asbjørn er bygdur í Turkalandi í 2013 og longdur í 2017.

Hann er 42 metrar langur og 9,5 metrar breiður. Motorurin er ein 990 HK Cummins

Teir fingu kristiligan lesnað og heilsanina: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

Tað skrivar Føroyska Heimamissiónin, sum eisini eigur myndina.