Hoyr innslagið her. Hava aktiverað fleiri veiðiloyvir uttan grundarlag í lógini
Felagið Regn hevur kært eitt mál til Fiskimálaráðið, har VØRN hevur tikið fiskiloyvini hjá skipinum. Orsøkin er, at skipið var ræðisavmarkað í roynd at aktivera fiskidagar.
Vørn hevur í fleiri førum givið loyvi til at flyta veiðiloyvi, sum tilsøgn var um, á annað skip, uttan at grundarlag var fyri tí í lógini.
Koyr innslagið í KVF HER Hava aktiverað fleiri veiðiloyvir uttan grundarlag í lógini | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í eitt mál, har felagið Regn hjá Annfinni Olsen roynir at flyta veiðiloyvið hjá Skørini yvir á Stapan.
Við nýggju skipanini, sum kom 1. januar 2022, var veiðiloyvið aftur knýtt at stálinum, og tað merkir, at skulu allir fiskidagarnir á Føroya Banka, sum skipini hava fingið, gerast virknir, mugu veiðiloyvini eisini gerast virkin.
Í summum førum er talan um skip, sum ikki longur eru í vinnu.
Tað skrivar Marjun Dalsgaard, sum eisini hevur gjørt innslagið.