Hátíðarløta, tá fyrsta stálskipið fóra av bakkastokki 3. juni í 1961
Takkað verið Mashallhjálpina og tað, at Realkreditstovnurin var settur á stovn, kundu føroyingar endurnýggja fiskiflotan seinnapartin í 1950-árunum og fyrst í 1960 -árunum.
Fyrstu stállínuskipini vórðu bygd í Noregi, og onnur nakað seinni í Fraklandi og Eysturríki. Vesturhavið blíða fyrsta stállínuskipið kom til Føroya 22. desember 1956. D.P. Højgaard eftirf. á Toftum lat skipið byggja. Tórshavnar Skipasmiðja bygdu timburskip, men vildi eisini taka á seg at byggja stállinuskip, tí fyrst í 1960- árunum kom eitt stállínuskip um mánaðin til Føroya.
Kjartan Mohr og Olivur Holm fóru tí til Noregs at kanna, hvussu skipasmiðjurnar har løgdu arbeiðið til rættis. Eftir kanningarferðina vóru vónirnar góðar at byggja stállínuskip í Føroyum.
Umráðandi var at fara hóvliga fram, og tí buðu teir seg ikki alment fram at byggja fyrsta stállínuskipið. Skipasmiðjan gjørdi tí sáttmála við partafelagið Álaker, sum skipasmiðjan sjálv átti. Men fyrst mátti amboð fáast til vega at byggja stálskip. Eitt nú pressa, traverskrani, sum kundi taka fimm tons og so ein rullubeding, áðrenn kjølurin var strektur. Byggihøllin var gamla fimleikahøllin hjá realskúlanum, sum var tikin niður, og sett upp aftur á Skipasmiðjuni.
Partafelagið Kambur hjá porkeningum yvirtók sáttmálan, tá skipið fór í gerð. Fyrsta stállínuskipið skuldi hava somu stødd, sum skipini bygd í Noregi. 111 føtur langt, 23 føtur breitt og 12 føtur djúpt. Motorurin var ein 330 hesta turboløddur Vølund. Nýggju lógurnar at endurnýggja fiskiflotan slóðaði fyri, at stállínuskip eisini kundu byggja í Føroyum. Realkreditstovnurin lat 50............................................Hátíðarløta, tá fyrsta stálskipið fóra av bakkastokki 3. juni í 1961 - Hvannrók (hvannrok.fo)