MESSAN, sjósøgusavn og mentanarhúsið í Sørvági
Endamálið við Messuni er at varðveita gamalt træskip, og gera tað til ein part av einum sjóvinnusavni, sum við orðum, myndum og framsýningum í einum livandi umhvørvi vil økja tilvitanina hjá fólki um, hvønn týdning sjógvurin hevur sum okkara lívsgrundarlag.
Savnið skal lýsa okkara sjóvinnusøgu frá árabáti til nýmótans skipaflota.
Í mentanarhøpi at kunna gera brúk av húsinum til m.a. ferðavinnu, skúlaflokkar og áhugafeløg, arbeiðspláss og starvsfólkaútferðir, kvøldsetur, tónleikaframførslur, films- og sjónbandaframførslur, listaframsýningar og annað virksemi við onnur feløg í Vágum og aðrastaðni.
Bygningurin er sera vælegnaður til rørslutarnað og virksemi í bygninginum fevnir breitt.
Hátíðarhaldið byrjar sunnudagin kl. 15.45 og endar umleið klokkan 17.30. Fleiri røður um savnið, tilgongdina, byggingina og fíggingina verða hildnar. Tey, ið flyta fram røður eru Sjúrður Poulsen, formaður í felagnum Messan, Pól Skarðenni, ið hevur teknað bygningin, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Sigtór Petersen, stjóri í J&K, Bryndis í Dali, Visit Vágar, og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri.
Sørvágs Tónleikafelag spælir nøkur løg tá tiltakið byrjar, og seinni verða tónleika framførslur við Tórfríð og Dánjal Tavsen og Holgar Jacobsen.
Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágar tosar um hvønn týdning Messan kann hava fyri ferðavinnuna í Vágum og Føroyum sum heild. Tórfríð og Dánjal Tavsen framføra lagið “Fiskagentan”, ið er prentað aftast í skránni. Hugnaløta og fólk faá høvi til eitt prát og at síggja bygningin.
Søgan hjá bátinum: Marna FD193 sum er á takinum
1973 - Astrid II TG4, Tvøroyri - Páll Tummasarson, Tvøroyri
1975 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Viberg Sørensen, Tvøroyri
1982 - Vestnes TG4, Tvøroyri - Tvøroyar Kommuna
1986 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - M.T. Bærentsen, Tvøroyri
1988 - Suðurfarið TG4, Tvøroyri - Hans P. Thomsen, Tvøroyri
1991 - Marita II TG435, Porkeri - P/F Hólur v/Sálum Beck, Porkeri
2000 - Tóra FD193, Fuglafirði - Jón Nolsøe Olsen, Fuglafirði
2001 - Marna FD193, Fuglafirði - Óli Johannes Olsen
2018 - Upphøgdur - Maritimt Mentanarhús í Vágum við staðseting í Sørvági.
2025 – Er nú ein týðandi partur av bygninginum og sum ein sjónligur varði av træskipunum.

